fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Droymir tú um lærupláss innan handil?

Vit leita eftir forvitnum, røskum og tænastusinnaðum handilslærlingi til spennandi lærupláss í Telebúðini á Tvøroyri.

Sum handilslærlingur mennir tú teg bæði fakliga og persónliga, og tú lærir at seta kundan í miðdepilin. Tú fært eina spennandi lærutíð í framskygdum umhvørvi. Í dagliga handilsarbeiðinum gevur tú ráð og veitir tænastu, selur nýggjastu tøknina á marknaðinum og setur tøkni upp fyri kundar.

Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin og skúlagongd á Glasi.

 

Vit ímynda okkum, at tú: 

- Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar 

- Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu 

- Dámar væl at náa ásettum málum 

- Ert forvitin í nýggjari tøkni 

- Vilt læra og fáa royndir innan sølu og tøkni 

- Raðfestir gott samstarv

- Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HTX-, HF- ella studentsprógv 

 

Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini og er: 

- 2 ár við HH-prógvi 

- 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi 

- 3 ár við FHS-prógvi 

 

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er leygardagin 23. september 2023. 

 

Samband

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Kristinu Mouritsen, leiðara, á tel. 243373 og kmo@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á tel. 243009 og sfd@ft.fo.

 

Vit gleða okkum at frætta frá tær. 

 

Lagt út tann
06. sep 2023
Starv
Handilslærlingur á Tvøroyri
Starvsheiti
Droymir tú um lærupláss innan handil?
Virki
Føroya Tele
Deild
Telebúð 7
Umsóknarfreist
23. sep 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor