Leys størv
Í Telebúðini er eingin dagur líka. Starvið fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni fyri kundan umframt alt vanligt handilsarbeiði. Tú kemur sum avloysandi søluráðgevi at vera andlitið úteftir og knýtið millum Føroya Tele og kundan. Tað er av týdningini fyri okkum, at tú hevur áhuga og dirvi at seta títt egna fingramerki á kundasamskifti og sølu.
Vit vænta ikki at man hevur royndir frammanundan, men ímynda okkum at tú:
· Brennir fyri sølu og kundatænastu
· Sært virði í at virka væl í einum tøttum og dugnaligum sølutoymi
· Ynskir at fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir
· Hevur eyga fyri sølumøguleikum og uppsøkir hesar
Arbeiðsstaður og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaður er Tvørávegur 46, Tvøroyri. Telebúðin á Tvøroyri hevur opið allar vanligar handilstíðir, og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.
Freist og samband
Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívrensli og viðkomandi skjølum. Freistin at søkja starvið er 14. august 2022 og tú kanst søkja her.
Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til Kristinu Mouritsen, deildarleiðara, á tel. 24 33 73 ella kmo@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 09.
Fólkið er hjartaslátturin hjá Føroya Tele, og tí vilja vit altíð frætta frá fólki, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa sær eitt navn í fyritøkuni. Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg til ein heim í støðugari broyting. Lat hugin fremja verkið.
Send okkum eina sjálvbodna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast talgilt umvegis hesa síðu .
Tá ið tú sendir okkum eina sjálvbodna umsókn, leggja vit stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum tann persónin, tú ert. Minst tí til tann persónliga vinkulin umframt at upplýsa, hvørja útbúgving tú hevur, hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn játtar tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 12 mánaðir.