Kundaráðgevi
Vilt tú gerast partur av Kundatænastuni?
Vit leita eftir nýggjum kundaráðgeva til sterka og nærlagda toymið á Kundatæanstuni hjá Føroya Tele. Vit kunnu bjóða tær møguleikan at mennast fakliga og persónliga í einari fyritøku, ið ynskir at vera fremst á øllum økjum. Ljóðar hetta sum tú, so er starvið kanska júst til tín.
Gerandisdagurin á Kundatænastuni er myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í fremstu røð. Í leiklutinum sum kundaráðgevi hevur tú kundarøkt, ráðgeving og sølu undir hendi umframt at loysa fyrispurningar og kundamál. Dugnaliga toymið á Kundatænastuni gevur tær nærlagda vitan og kunnleika um øll okkara produktir, tænastur og skipanir soleiðis, at tú kanst veita kundum eina heimsklassatænastu.
Um teg
Vit vænta, framum alt, at tú hevur grundleggjandi áhuga at geva góða kundatænastu og møta einstaka kundanum, har kundin er. Tað er ein fyrimunur fyri starvið, um tú dugir at skipa teg væl, fylgir væl upp og hevur tøkniligt tev. Deildin arbeiðir tætt saman bæði innanhýsis og upp móti øðrum deildum. Tí vænta vit, at tú virðismetir gott samstarv og samskifti, bæði við starvsfelagaðar, aðrar deildir, kundar og veitarar.
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og/ella útbúgving.
Starvsviðurskifti og umsókn
Arbeiðstaðurin er á Kundatænastuni í Klingruni, høvuðssæti okkara í Hoyvík. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna við møguleika fyri fleksiblari arbeiðstíð ella niðursettari tíð. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele. Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja starvið er týsdagin 25. apríl.
Vilt tú tosa við okkum um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Anitu Drewsen, deildarleiðara á Kundatænastuni, á 243403 ella adr@ft.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.