fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Søluráðgevar til Telebúðirnar

LEYS STØRV: Hevur søla, tøkni og góð kundatænasta tín áhuga? Vit leita eftir røskum søluráðgevum til dugnaliga toymið, sum mannar Telebúðirnar í Havn.

 

Í Telebúðini er eingin dagur líka. Starvið sum søluráðgevi fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni umframt alt vanligt handilsarbeiði. Tú verður andlitið úteftir og setur kundan í miðdepilin í øllum, tú gert.

 

Í Telebúðini verður stórur dentur lagdur á góða og skjóta kundatænastu. Tað er umráðandi, at tú hevur innlit í kundarøkt og ert forvitin og íðin at møta kundum júst har, teir eru. Vit vænta, at tú:

 

  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
  • Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu
  • Setur tær fyri at náa ásettum málum
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt og hevur dirvi at taka avgerðir
  • Raðfestir samstarv
  • Vilt fáa royndir innan tøkni og tøkniligar skipanir

 

Tað er ikki krav, at tú hevur viðkomandi útbúgving, men tað er fyrimunur, at tú hevur royndir sum søluráðgevi og sært samspælið millum kunda, sølu og tænastu. Telebúðirnar hava opið vanligar handilstíðir, og tú kemur at arbeiða í skiftandi vaktum.

 

Starvsstaður er Hoyvík og SMS, og tað er krav, at tú hevur koyrikort.

 

Um hetta ljóðar sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mikudagin 1. juni 2022. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.

 

Søk starvið HER.

 

Samband
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tóka Jacobsen, bólkaleiðara, á tel. 24 33 46 ella tja@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 24 30 06.

 

Lagt út tann
10. mai 2022
Starv
Søluráðgevi Tórshavn
Starvsheiti
Søluráðgevar til Telebúðirnar
Virki
Umsóknarfreist
01. jun 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor