fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tøknifrøðingur til Tele

Vilt tú vera við til menna og viðlíkahalda farnetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt avbjóðandi og spennandi starv á deildini Tele. 

 

Farnetið hjá Føroya Tele byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Starvsfólkini á Tele hava ábyrgdina at menna og viðlíkahalda farnetið, og deildin er høvuðsleikari í spennandi 5G-verkætlanini, sum fór av bakkastokki í summar. 

Tele er partur av Tøkni, sum er samanlegging av KT og rakstri og er skipað í fýra toymum. Tú kemur sostatt at arbeiða í stórum, tøkniligum umhvørvi við nýggjastu tøknini og fleiri spennandi avbjóðingum. 

Á deildini starvast frammanundan dugnalig ​starvsfólk, sum virða samstarv og hvønn annan, og vit ímynda okkum, at tú ert jalig/ur, dugir væl at samskifta og virðir tætt samstarv. Deildin hevur eisini við jøvnum millumbilum samband við stórar útlendskar tøknifyritøkur. 

Sum tøknifrøðingur verður tú við til at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning. Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, megnar at taka ábyrgd og at samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.  

Tú verður partur dagliga rakstrinum á deildini. Hetta fevnir um rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði farnet og nettalu (VoIP). Vit vænta tí eisini, at tú hevur royndir innan menning, umsiting og trygd av neti (beinarar/switch/Firewall), virtuellum skipanum (NFVI) og Linux VoIP.  

Tað er fyrimunur, um tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið. 

Freistin at søkja er mikudagin 27. oktober, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn er sambært viðkomandi sáttmála. 


Søk starvið her. 


Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Erland Jensen, deildarleiðara, á 243534 og erj@ft.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 243006. 

 

Lagt út tann
04. okt 2021
Starv
Tøknifrøðingur
Starvsheiti
Tøknifrøðingur til Tele
Virki
Umsóknarfreist
27. okt 2021
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor