fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

KT-mennari

 

KT-mennari tilnýmenning 

 

Vit leita eftir royndum KT-mennara at ganga á odda fyri nýmenning av ymiskum innanhýsis KT-skipanum. KT-mennarin skal hava góðar, fakligarførleikar innan forritan og system design umframt .NET, API-menning og heimasíðuloysnir.

 

Tá ið talan er um starv við serligum atliti at nýggjum skipanum, skal KT-mennarintvinna saman fakligu førleikarnar við áhugan at seta seg inn í nýggja tøkni og mannagongdir, so at skipanir verða mentar upp á nýmótans, tøkniligt støði.

 

KT-mennarinverður partur av deildini Menning, sum hevur nógvar spennandi verkætlanir fyri framman. Menning er skipað á agilan hátt við Scrum og hevur til endamáls at menna integratiónir millum skipanir, frontar hjá starvsfólkum og kundum. 

 

Menning brúkar open-source platformin .NET Core til alla nýmenning og fylgir DevOps mannagongdum og CI/CDí mun til smidligar og góðskutryggar menningartilgongdir, og ment verður á nýmótans Kubernetes-infrakervi, har ið allar innanhýsismentu loysnir verða hýstar.

 

Vit ímynda okkum, at KT-mennarin dugir at arbeiða sjálvstøðugt og megnar at taka ábyrgd. Harumframt ímynda vit okkum, at viðkomandihevur góðar samstarvseginleikar og kann luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

 

Starvið verður sett sum skjótast, og starvsstaður er okkara høvuðssæti í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu í tráð við útbúgving og royndir. Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. Juni 2021.

 

Søk starvið HER. 

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hall Holm Johannessen, deildarleiðara, á tel. 24 30 88 og t-post hhjo@ft.fo. Eisini ver til at ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 30 30 30. 

 

Lagt ├║t tann
25. mai 2021
Starv
KT-mennari
Starvsheiti
KT-mennari
Virki
Ums├│knarfreist
13. jun 2021
Byrjunardagur
01. aug 2021
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor