Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Ert tú okkara nýggi húsavørður?

LEYST STARV: Hevur tú gott handalag, og vilt tú verða partur av fjølbroytta starvshópinum á NET? Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði til eitt tíðaravmarkað starv á Byggideildini.    

 

Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar 150 bygningarnar hjá Føroya Tele-samtakinum. Á Byggideildini starvast 9 starvfólk, harav tveir húsavørðar. Starvið sum húsavørður fevnir um fjølbroyttar innan- og uttandurauppgávur, sum inniber vanligt viðlíkahaldsarbeiði og at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar er snøgt og væl røkt.  

 

Yvirskipað eru uppgávurnar: 

 

  • Viðlíkahald innan- og uttandura  

  • Praktisk viðurskifti í sambandi við tiltøk  

  • Burturbeinan av ruski  

  • Grassláing kring bygningar  

 

Um teg  

Rætti umsøkjarin hevur góð handalig evni, eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur. Vit ímynda okkum, at umsøkjarin er røkin í arbeiðnum, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir væl sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur handaliga útbúgving.  

Koyrikort er eitt krav. 

 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Uppmøtingarstaður er í Klingruni, høvuðssætinum í Hoyvík, men starvsøkið er um alt landið. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett í juni 2021. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.  

 

Umsókn og freist   

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl 2021, og tú kanst søkja starvið her.   

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Brian Rasmussen, deildarleiðara á Byggideildini, á tel. 243651 ella á t-post bra@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á tel. 303030.  

  

Um Byggideildina  

Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningarnar hjá Føroya Tele-samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og Telebúðir.  

 

Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir eitt nú um:    

 

  • Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum   

  • Brandtrygdarskipanir  

  • El-installatiónir  

  • No-break og short-break  

  • HVS og køling  

  • Montering av tekniskari útgerð  

  • Reingerð og kantinurakstur  

   

56 starvsfólk starvast á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og virksemi kring alt landið. Sama hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólkini, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman. NET er partur av Føroya Tele-samtakinum. 

 

Lagt út tann
22. mar 2021
Starv
Húsavørður
Starvsheiti
Ert tú okkara nýggi húsavørður?
Virki
Deild
Byggideildin
Umsóknarfreist
22. apr 2021
Starvstíð
01. jun 2021 - 31. mai 2022