Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Ert tú okkara nýggi skrivstovulærlingur?

Ynskir tú at útbúgva og menna teg innan sølu og fyrisiting? Kanska ert tú rætti umsøkjarin til eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss hjá okkum. Lærutíðin byrjar í september 2020.

Kundatænastan á Føroya Tele leitar eftir einum skrivstovulærlingi, ið brennir fyri sølu, kundarøkt og fyrisiting. Vit kunnu bjóða tær eitt læruríkt lærupláss í einari fyritøku, ið strembar eftir tindunum og ynskir at vera fremst á øllum økjum.

Arbeiðsdagurin er myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í fremstu røð. Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á Kundatænastuni á Føroya Tele og skúlagongd á Glasi.

Tú verður partur av einum góðum og dugnaligum toymi, ið fer at geva tær nærlagda vitan og kunnleika um øll okkara produktir, tænastur og skipanir. Umframt dagligar, viðkomandi uppgávur í lærutíðini, verður serligur dentur lagdur á kundarøkt og sølu umvegis telefon, og at loysa fyrispurningar og kundamál. Skrivstovuútbúgvingin leggur góðar lunnar undir bæði fakligari og persónligari menning undir góðum arbeiðsumstøðum í einum opnum skrivstovulandslagi.

Vit vænta, at tú:   

  • Brennir fyri sølu og kundatænastu

  • Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar

  • Ert sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur

  • Ert eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni

  • Ert effektiv/ur og íðin at røkka ásettum málum

  • Ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta

  • Ert væl fyri málsliga og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum

  • Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar viðkomandi royndir

Starvs- og lønarviðurskifti

Lærutíðin er:

  • 3 ár við FHS-prógvi
    2½ ár við students- HF,  HIF ella HTX-prógvi
    2 ár við HH-prógvi

Starvsstaður er í høvðusætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið, galdandi fyri Føroya Tele. Starvið verður sett 1. september 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist

Tað er heilt upp til tín, um tú snikkar saman umsóknina sum tekstur ella filmsbrot – einasta krav er, at lívsrensl og prógv verða viðheft.

Freistin at søkja læruplássið er 16. august 2020, og tú kanst søkja umvegis leinki á hesu síðu.

Ynskir tú at hoyra meira? Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Anitu Drewsen, deildarleiðara, á telefon 24 34 03 ella á t-post adr@ft.fo. Tú kanst eisini venda tær til Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo.

 

 

Lagt út tann
16. jul 2020
Starv
Skrivstovunæmingur
Starvsheiti
Ert tú okkara nýggi skrivstovulærlingur?
Virki
Deild
Kundatænastan
Umsóknarfreist
16. aug 2020
Byrjunardagur
01. sep 2020