Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tøknifrøðingur til Tele

Vil tú vera við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær vit leita eftir til eitt avbjóðandi og spennandi starv á Tele.

Tele hevur ábyrgd av farnetinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti, herundir nýggju 5G tøknina. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði farnet og Nettalu (VoIP).

Starvsinnihald

Umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini, kemur tú sum tøknifrøðingur at arbeiða við víðarimenning av farnetinum og Nettalu. Somuleiðis fært tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning so sum slóðbrótandi 5G verkætlanin.

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi, ið hevur regluligt samband við stórar útlendskar tøknifyritøkur.

Um teg

Tað er ein fyrimunur, um tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið.

Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og megnar at taka ábyrgd. Harumframt mást tú hava góðar samstarvseginleikar og vera tænastusinnað/ur soleiðis, at tú virkið kanst luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

Tað er ein fyrimunur, tó ikki treyt, um tú hevur royndir við farnetstøkni og einum ella fleiri av fylgjandi:

  • Verkætlanarleiðslu

  • Netverk og trygd

  • Linux/Unix/Windows

  • Virtuellum skipanum

  • VoIP​

Starvs- og lønarviðurskifti 

Løn verður ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Starvsstaður er høvðussætið hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Starvið verður sett skjótast gjørtlig, eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. august 2020, og tú kanst søkja starvið her.  

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Jensen, deildarleiðara, á telefon 24 35 34 ella á teldupost erj@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á telefon 30 30 30.

 

Lagt út tann
15. jul 2020
Starv
Tøknifrøðingur
Starvsheiti
Tøknifrøðingur til Tele
Virki
Deild
Tele
Umsóknarfreist
13. aug 2020
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt