Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Ert tú okkara nýggi handilslærlingur?

Vit leita eftir einum dugnaligum handilslærlingi til Telebúðir okkara í Hoyvík, SMS og á Flogvøllinum. Brennir tú fyri nærlagdari kundatænastu, sølu og tøkni? So hevur tú nú møguleika at gerast partur av einum spennandi og læruríkum sølutoymi hjá okkum á Føroya Tele.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi lærupláss í einari fyritøku, ið strembar eftir tindunum og ynskir at vera fremst á øllum økjum. Arbeiðsdagurin hjá tær verður myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í miðdepilin. Tú fært eina spennandi lærutíð í einum framskygdum umhvørvi, ið leggur lunnar undir bæði fakliga og persónliga menning. Gerandisdagurin fevnir í stóran mun um kundaráðgeving, sølu av vørum og tænastum, skráseting av tænastum og at seta upp tøkni fyri kundar.

Vit vænta, at tú:

·        Ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
·        Brennir fyri at veita eina góða kundatænastu
·        Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
·        Hevur eitt grundleggjandi forvitni fyri nýggjastu tøknini
·        Ynskir at fáa royndir innan sølu, tøkni og tøkniligar skipanir
·        Hevur góð samstarvsevnir og røkkir ásettum málum
·        Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv

Starvs- og lønarviðurskifti

Handilslæran er myndað av dagligum arbeiði í Telebúðunum og skúlaskeiðum á Glasi. Longdin á lærutíðini er tengd at miðnámsútbúgving tínari og er:

·         2 ár við HH-prógvi
·         2 ½ ár students-, HF- HIF- ella HTX-prógvi
·         3 ár við FHS-prógvi

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Starvsstaðurin verður ávíkavíst Telebúðin í Klingruni í Hoyvík, Telebúðin a flogvøllinum og nýggja Telebúðin í SMS, sum opnar í næstum. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum.

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 29. mars 2019, og tú kanst søkja her.

Ynskir tú at hoyra meira um læruplássið, kanst venda tær til Búgva Hentze Thomsen, deildarleiðara, á tel. 24 34 15 ella bht@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 24 30 06 ella sfd@ft.fo.  

 

Lagt út tann
05. mar 2020
Starv
Lærlingur
Starvsheiti
Ert tú okkara nýggi handilslærlingur?
Virki
Deild
Telebúðir
Umsóknarfreist
29. mar 2020
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt