Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tøkniligt starvsfólk til Televarpið

 Hevur tú góðar førleikar innan webtøkni, forritan og video? Vit leita eftir einum tøkniligum starvsfólki til at umsita, reka og menna skipanir og luttaka í støðugu menningini at veita nýggjar tænastur.

 

Televarpið er partur av Føroya Tele-samtakinum og hevur sum mál at bjóða eitt breitt úrval av sjónvarpsrásum og pakkum, so at øll viðskiftafólk kunnu finna eina loysn, ið hóskar til einstaka húsarhaldið. Úrvalið fevnir bæði um rásir, ið verða sendar við talgilda sendinetinum og gjøgnum internetið.

 

Televarpið hevur tørv á einum nýggjum starvsfólki at hava ábyrgd av at loysa ymiskar uppgávur og samstarva breitt tvørtur um alt Føroya Tele-samtakið. Starvið er avbjóðandi, mennandi og gevur nýggja starvsfólkinum stóra ábyrgd.

 

Samanumtikið er talan bæði um:

·         Tøkniliga ábyrgd at umsita, reka og menna skipanir í samstarvi við innanhýsis- og uttanhýsisveitarum, at veita 2nd line support og at luttaka í støðuga arbeiðinum at menna nýggjar tænastur

·         Umsitingarliga ábyrgd at dagføra og viðlíkahalda kundadatabasar og –skipanir

 

Vit vænta, at nýggja starvsfólkið er væl skipað, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur áræði og hevur sum heild góðar KT-førleikar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina KT-útbúgving og/ella áhuga fyri og vitan um webtøkni, forritan og video.

 

Vit raðfesta gott samstarv og skilagott samskifti, og tískil vænta vit, at nýggja starvsfólkið eisini raðfestir samstarv og samskifti bæði við starvsfelagar og viðskiftafólk. Í hesum føri er tað ein fyrimunur, at nýggja starvsfólkið dugir føroyskt, danskt og enskt bæði í skrift og talu.

 

Um hetta er tú, so gleða vit okkum at frætta frá tær. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu, og arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

 

Freistin at søka starvið er hósdagin 19. mars, og starvið kann søkjast her.

 

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Edvard í Skorini, stjóra, um tú vilt vita meira um starvið. Hann er at hitta á tel. 243203 ella á t-post esj@ft.fo. Tú ert somuleiðis vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 243006 ella á t-post sfd@ft.fo.

 

Lagt út tann
03. mar 2020
Starv
Starvsfólk til Televarpið
Starvsheiti
Tøkniligt starvsfólk til Televarpið
Virki
Deild
Televarpið
Umsóknarfreist
13. apr 2020
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt